Klaksvíkar kommuna hevur sett havnameistara

Hann er útbúgvin skipsførari og hevur nógvar royndir frá føroysku fiskivinnuni

Jógvan á Lakjuni nýggur Havnameistari

Klaksvíkar kommuna hevur sett Jógvan á Lakjuni sum nýggjan Havnameistara hjá Klaksvíkar Havn. Jógvan hevur seinastu 10 árini starvast sum havnafúti hjá Klaksvíkar Havn, og kennir hann tí væl til tørvin og kann fara til verka beinanvegin.

Jógvan á Lakuni er útbúgvin skipsførari og hevur nógvar royndir frá føroysku fiskivinnuni, umframt at hann hevur royndir við eitt nú cruise vinnu og offshore vinnu.

Jógvan byrjar í starvinum 1. august.