KG 180 er gamalt skrásetingarfrámerki á vágni
Í gjár kom nýggi trolarin Gadus á Klaksvík, har KG 180 stóð á bógnum. Hetta frámerkið er í hvussu so er 75 ára gamalt í Kjølbro fyrtøkuni.
Í 1948 kom nýbygdi síðutrolarin Sjúrðarberg á Klaksvík við hesum sama skrásetingarfrámerkinum á Klaksvík fyri fyrstu ferð.
Hann var sløk 700 tons, og útgjørdur við tí mest framkomnu tøknini, sum fanst í teirri tíðina. Sjúrðarberg var fyrsta skipið í føroyska flotanum, sum hevði radara.
Sóknarstýrið skipaði fyri stórfingnari móttøku, tá Sjúrðarberg kom á Klaksvík tann 23. juni í 1948. Kjølbro fyritøkan hevði latið trolaran, byggja hjá John Lewis & Sons í Aberdeen í Skotlandi. Kaj hjá Mortan førdi trolaran tey fyrstu nýggju árini, og í 1957 fór Martin Sivertsen at føra hann. Heldur vánaliga myndin stavar frá myndagoymsluni hjá Jóhan Purkhús.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.
Myndin er frá myndagoymsluni hjá Jóhan Purkhús