Skipasmiðjan í Vestmanna í søguna

Nú vera skinnarar og vognurin beindir burtur

Í 1988 keypti táverandi Tórshavnar Skipasmiðja einastu beding ella skipasmiðju í Vestmanna.

Í februar 1997 keypti Tórshavnar Skipasmiðja ognirnar hjá Skála Skipasmiðju og virksemi vaks sera skjótt.

Søgan er longri enn so, men í dag eigur felagið MEST, sum er fyrrverandi Tórshavnar Skipasmiðja, ognirnar í Vestmanna.

Skinnarar skulu beinast burtur

Tað hevur onki virksemi verið í nógv ár, tó onkur bátur hevur verið á vogninum. Nú er ætlanin at virksemið heldur heilt uppat í Vestmanna.

Skinnarar og alt, sum har til hoyrir, skal takast upp og økið fríðkast. Sostatt fer skipasmiðjan í Vestmanna í søguna.

Tað hoyrist, at kommunan hevur sett fram ynski til MEST um, at møguleikar skulu vera at taka minni bátar upp á økinum, har vognurin nú er.