KANNINGAR AV UNGFISKI OG YNGLI INNI VIÐ LAND
Havið er okkara grundtreyt og okkum tørvar at kanna og granska øll viðurskifti í okkara havøki – bæði inni við land, úti á firðum og á víðum havi.
Vit troyta havið á mangan hátt og vinna broytist, so hvørt sum vitan mennist, eins og lívfrøðiligu og tøkniligu fortreytirnar broytast. Vit hava granskingarstovnar, sum hvør í sínum lagi hava álagdar uppgávur, men óivað kundu hesir granskað nógv meira, um fíggjar- og starvsfólkaorka, ja politiskur vilji var til tess.
Tvær tær størstu vinnurnar í Føroyum eru fult og heilt tongdar at havinum, nevniliga fiskivinnan og alivinnan. Serliga fiskivinnan er serstakliga fjøltáttað, og tað gevur at bíta, tá politiskt kjak er um ein skipabólk ella annan, um fiskasløg og stovnar, um stovnsrøkt, kvotur, fiskidagar, botnfisk, uppsjóvarfisk, landgrunn og fjarleiðir. Politikkarar, fiskimenn, fiskifrøðingar og onnur tosa ofta ikki sama mál í hesum.
Herfyri hoyrdu vit um ein eldri mann, sum segði, at størsti trupulleikin í føroyskari fiskivinnu er, at samlaða vitanin mest sannlíkt er ov lítil. Vit vita tó, at náttúrubroytingar, nógvur aliaktivitetur og uppsjóvarfiskur inni á grunninum mugu hava onkra ávirkan á okkara vistskipan. Spurningurin er, um vit kanna, hvat veruliga fer fram í havinum? Um summi sløg av kanningum ikki verða framd, er tað so tí, at mett verður, at tær kanningarnar ikki eru neyðugar, ella verða tær ikki raðfestar og fíggjaðar? Mong eru tey, sum vilja vita meira.
Undir øllum umstøðum mugu vit gera okkum greitt, at um vit ikki hava nóg nógva vitan um tilgongd tíðliga í menningarstigi (tidligt stadium), so vilja blindvinklar gera tað so mikið truplari at ráðgeva, hvussu farast skal fram viðvíkjandi fiskivinnu í Føroyum.
Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum:
1. Hvørjar kanningar ger mann í Føroyum av ungfiski og yngli inni við land?
2. Er nakað samstarv millum Havstovuna og Firum viðvíkjandi kanningum av vistskipanini, herímillum kanningar av yngli og ungfiski inni við land?
3. Um ikki, eru so nakrar ætlanir um at byrja eitt skipað samstarv fyri at økja um samlaðu vitanina um okkara vistskipan?
Á Løgtingi, 14.februar
Hanna Jensen, løgtingskvinna