Jólahald umborð á Ennibergi í gjárkvøldið

Sjómansmissiónin hevur fingið heilsan frá manningini á Ennibergi.

Teir komu á Havnina seinnapartin, men í gjárkvøldið høvdu teir jólaløtuna og sendu tá eina heilsan, sum ljóðar soleiðis:

Tað skrivar Føroyaska Sjómansmissiónin á facebook - vanga sínum.

-Vit høvdu jólahald umborð í kvøld kl.17. Tað byrjaði við, at vit ótu dunnu og alt, sum hoyrir til tann døgurðan. Síðani sungu vit “Eg gleđist so hvørt jólakvøld” og eftir tað las Klæmint Isaksen jólaevangeliið. Síðan sungu vit “Gleđilig jól” og pakkaðu jólapakkarnar frá sjómanskvinnuringunum upp. So var spurnakapping áðrenn mandlugreytin.

Vit vilja viđ hesum takka so inniliga fyri pakkarnar, og alt tađ arbeiðið, sum tú(Torleif) og sjómanskvinnuringarnir gera fyri okkum.

Skipari og manning ynskja tykkum eini gleđilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár.

Vegna manningina, Juel.