Jógvan I siglir fullfermdir heim
Ein av manningini á Jógvan I skrivar soleiðis á facebook,
So var alt fult, - har frystast kann!
Kósin er sett á oyggjarnar.
Kenslan er frálíka góð umborð!
Tað angar av sápu, og allir dustsúgvarar hurra, og smílið á øllum er komið fram!
Heim at halda jól.
Teir byrjaðu fiskiskapin tann 24. oktober. Sum skilst koma teir á Kollafjørð seinnapartin í morgin. Teir hava 300 tons.