Jógvan I farin at sigla heim
Jógvan I hevur roynt víða kring Ísland, tó mest á suðurlandinum, tí tað hevur viðrað so illa.
Nú er kvotan undir Íslandi er uppi.
Nú teir sigla heim hava teir eini 280 tons inni, umleið helvtin er toskur, restin er longa, hýsa og brosma
Tað eru 15 mans og ein kvinna við hendan túrin. Símun Pætur Fossá er skipari.