Jógvan I farin at sigla heim

Teir fóru úr Føroyum 7. mai

Vit høvdu samband við skiparan á Jógvan I, Heri Henriksen, í morgun.

Heri sigur, at teir fóru úr Føroyum 7. mai til fiskarí á Flemish Kap.  

Hendan túrin eru 16 mans við.

Vit hava fiska góð 300 tons har stóri parturin er toskur, sigur Heri.

Mánadagin fóru vit at sigla heim og rokna við at vera heima týsdagin.