Jóannes Fonsdal VN 154 (Sundaberg KG 336)

Jóannes Fonsdal var fyrsti motortrolarin, sum kom í Føroyska fiskiflotan. Hans Fonsdal úr Vestmanna keypti í 1955 bátin úr Sandefjord í Noregi og nevndi hann Jóannes Fonsdal eftir faðir sínum. Harry Fonsdal, bróðir Hans, búði í Noregi og hjálpti, sum skilst, til við skipakeypinum. 

Síðutrolarin var smíðaður í 1952 í Hamburg, var 623 tons brutto og hevði 1120 hesta wumag-krupp dieselmotor. Í 1959 fekk hann nýggjan 1500 hesta deutz-diesel motor.

Hans Fonsdal førdi Jóannes Fonsdal meginpartin av tíðini sjálvur. Petur Joensen, Vestmanna, og Napoleon, Poli, Johannesen úr Havn førdu bátin einstakar túrar.

Pf. J.F. Kjølbro keypti í 1965 Jóannes Fonsdal úr fútarættinum. Hann broytti navn til Sundaberg og fekk nummarið KG 336. Samson O. Samson og Benjamin Joensen (Benni) skiftust um at føra trolaran. 

Sundaberg søkkur – Dimmalætting skrivar um tilburðin

7. mai 1972 sakk Sundaberg á veg heim úr Nýfundlandi við fullari last. Teir sendu út neyðarkall, tí at skipið var farið at leka. Veðrið var heldur vánaligt. Manningin, 38 mans, fór í bjargingarbátarnar, og stutt eftir sakk skipið. Bretsku trolararnir Othello og Kingston Amber tóku allar menninar upp. Othello fór á Reykjavík við føroysku manningini.

Týsdagin, 9. mai 1972, skrivaði Dimmalætting soleiðis um tilburðin, tá ið Sundaberg sakk: 

”Teir 38 menninir av føroyska trolaranum Sundabergi vórðu fyrrakvøldið bjargaðir av bretsku trolarunum Kingston Amber og Othello 375 fjórðingar í ein landnyrðing eystan úr St. Johns í New Foundlandi.

Bjargingartænastan í Halifax á Nova Scotia kunngjørdi í morgun, at manningin á Sundabergi varð tikin umborð á bretsku trolararnar frá fimm bjargingarflakum, aftaná at skip teirra var sokkið.

Fyrr um dagin høvdu teir á Sundabergi gjøgnum radio boðað frá, at trolarin var farin at leka. Hann legði seg á stýriborð, men tá ið roynt varð at pumpa, var tað eins og sjógvur ikki kom til pumpurnar.

Kl. 4 seinnapartin fór manningin í bjargingarbátarnar, og 20 minuttir seinni sakk skipið. Neyðarkallið varð sent út á middegi, men einki far var at síggja. Stutt eftir komu tó bretsku trolararnir, sum vóru á veg úr New Foundlandi til Íslands at royna, til bjargingarbátarnar og tóku teir upp. Tað var komið út ímóti skýming, tá seinasti báturin varð bjargaður. Manningin fekk einki við sær av skipinum. Teir fóru at sigla heim úr New Foundlandi mikudagin við 430 tonsum av saltfiski.

Kingston Amber og Othello væntaðu at koma á Reykjavík einaferð í morgin.

Sundaberg var 623 brt. stórur, bygdur í Hamburg 1952. Í 1956 varð trolarin, sum tá æt Nordhav V, keyptur frá stórreiðaranum Anders Jahre í Noregi til Vestmanna og fekk navnið Jóannes Fonsdal. Seinni varð hann seldur til pf. J.F. Kjølbro, sum átti hann, nú hann fór. Skipari var Benni Joensen úr Klaksvík.

Trolarin var tryggjaður fyri 2 mill. kr., veiða og útgerð fyri 2,5 mill. og manningarognirnar fyri 170.000 kr.”

Tað er Óli Olsen, ritøhøvindur, sum skrivr hesar linjur í blaðnum Norðlýsið.

Vit kunnu legga aftrat her, at bókin "Tá Sundaberg sakk" kom út í 2013.