VIDEO - Janus Knudsen: Eg síggi svart uppá hetta
Felagið Trolbátar sær onga framtíð í vinnuni, við teimum skerjingunum, sum nú eru settar í verk.
HYGG AT VIDEO-samrøðuni við Janus Knudsen, næstformann í felagnum Trolbátar HER Neyvan lív lagað | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Umboðið hjá Trolbátum var einasta umboðið, ið ikki tók undir við skerjingunum í Umsitingarætlanini.
Við Umsitingarætlanini, ið var gjørd fyri góðum trimum árum síðani, eru bátarnir í bólki 4T - smærri trolbátar - skerdir tríggjar ferðir við fimm prosentum og nú við 20 prosentum. Tilsamans 35 prosent.
Fund við Dennis Holm
Felagið Trolbátar hevur sent hoyringssvar til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, har greitt verður frá álvarsomu støðuni.
Í skrivinum stendur m.a. at:
"Bátaeigarnir í hesum bólki síggja sær ikki møguleikar at yvirliva í hesum vinnugeiranum sum útlitini eru. Um friðingarnar gerast verðuleiki, síggja vit ikki aðrar møguleikar enn at koma í eina tilgongd saman við landstýrinum at keypa loyvini inn fyri eina upphædd so núverandi eigarnir kunna sleppa burturúr yrkinum á ein virðiligan hátt."
Fundur verður við landsstýrismannin mikudagin í næstu viku.
Landsstýrismaður vil ikki gera nakra viðmerking til málið, fyrr enn hann hevur havt fund við felagið.