Jan dugir annað enn at vinna val

Sum eitt óskrivað blað trein hann inn á almenna pallin seinasta dagin í januar 2007.

Jan Højgaard vann formansvalið á Óla Jacobsen, sum í ein mansaldur hevði stjórnað Føroya Fiskimannafelag. Avbjóðararnir til lagnuvalið vóru Dan Reinert Petersen, fyrrverandi tingmaður og fólkaskúlalærari, og Jan Højgaard, sjómaður.

Jan Højgaard tyktiskt sum okkurt slag av tí, tey rópa “outsidara”. Hetta hildu einstakir miðlar eisini, tí til okkurt kjak í útvarpinum var Jan Højgaard ikki so frægt sum boðin við.

Tá ið avtornaði, hevði Jan Højgaard - ímóti øllum almennum forvæntningum - vunnið formansvalið í Fiskimannafelagnum sannførandi við 604 atkvøðum mótvegis 531 hjá Dan og 486 hjá Óla.

Teksturin omanfyri er brot úr grein í FF blaðnum, sum kemur út á sjálvum landsfundinum, í morgin 28. Desember, á Hotel Hafnia kl. 10.00.

Blaðið kann fáast á landsfundinum - ella á skrivstovuni í Januar 2025.