Jákup Mikal Mikkelsen á Toftum 100 ár  

Jákup Mikal fór til skips sum 14 ára gamal.

Greinin stóð í miðlunum fríggjadagin. 

Nú fríggjadagin 18. oktobur verður Jákup Mikal Mikkelsen á Toftum 100 ár. Ein stillførur og lítillátin merkismaður, sum kortini hevur fylt nógv í bygdarmyndini á Toftum. 

Barnaárini hjá Jákupi Mikal farbróður vóru nógv merkt av syrgiligu vanlukkuni í Grindavík í Íslandi í 1924, tá toftasluppin Anna fór á land og allir menninir, teirra millum pápi Jákup Mikal, sjólótust. Teir vóru á veg inn við einum sjúkum manni og sluppin fór á land í illveðri. Hetta var í apríl og Jákup Mikal varð føddur í oktober. Hann varð tí uppkallaður eftir pápanum, sum eisini æt Jákup Mikal. Sjey av monnunum, sum sjólótust við Onnu, vóru av Toftum og eftir teir sótu einkjur og ein rúgva av børnum.  

 

Jákup Mikal er yngstur av fýra systkjum. Tann elsta, Davina, var bara trý ára gomul, tá pápin doyði. Hon hómaði pápa sín, at hon stóð og fylti kava upp í eina vøggu, tá hann kom gjøgnum túnið og segði farvæl. Hini systkini vóru Palma og pápi okkara, Hans, ið var 13 mánaðir og 12 dagar eldri enn Jákup Mikal.  

 

Mamman Karolina var eitt satt arbeiðsgrev og hon fall ikki í fátt. Hon keypti sær eina seymimaskinu og seymaði mangt plaggið fyri fólk. Og so skjótt børnini vuksu til, tóku tey eisini hond í. Karolina omma kláraði tað so væl, at nøkur ár seinni tók hon bróðurdóttrina Margit úr Kollafirði til fosturs aftrat sínum egnu børnum. 

 

Frá barni hevur Jákup Mikal verið ein gløggur eygleiðari og hevur havt óvanliga gott minni. Sum smádrongur var hann mangan saman við øðrum dreingjum og monnum norðuri hjá Mortani, sum búði í býlinginum millum áirnar á Toftum, Fossánna og Hellánna. Mortan var gamal drongur og har savnaðust menninir um kvøldarnar at siga frá søgum. Tann uppvakti smádrongurin legði sær søgurnar í geyma, og hetta gav ein góðan gróðrarbotn undir hansara stóra áhuga og vitan um heimbygdina. 

 

Jákup Mikal fór til skips sum 14 ára gamal. Tað var í 1939, tá hann fór við "Elsu" til Grønlands. Teir fóru avstað í juni og skipari var Hans Jacobsen av Toftum, Hans í Norði róptur. 

  

Hann sigldi síðani við ymiskum skipum, til hann í 1964 fór á skiparaskúla í Havn. Lærari var Jóhan Samuelsen, ættaður úr Sumba. Tá Jákup Mikal hevði tikið prógv á sumri 1965, fór hann beinanvegin sum 2. bestimaður við Morning Star á sild, og skipari var svágurin Karl Hansen av Nesi. 

  

Eftir eitt skifti sum stýrimaður við skipum hjá Mærsk, fór Jákup Mikal várið 1969 sum 2. bestimaður við stállínuskipinum "Jógvan Norði", ið var ein stoltleiki á Toftum. Har var hann við til summarið 1974, tey seinnu árini sum 1. stýrimaður og nakrar túrar sum skipari. 

  

Síðani fór hann aftur út í heim at sigla við farmaskipi. Í 1976 og 77 var hann við "Geyta Reyða" við kraftblokki í Norðsjónum. Skipari var dótturmaðurin Martin Gøthe. Sonurin Hansmar var eisini við. 
  

Seinastu árini á sjónum, frá 1978 til 1985, var Jákup Mikal við línuskipinum Mascot á Toftum sum bestimaður og tey seinnu árini sum skipari. Síðani bleiv hann heimamaður, og í nøkur ár arbeiddi hann á flakavirkinum Nyki. 

  

Ísland hevur altíð átt eitt serligt pláss í hjartanum hjá Jákupi Mikal farbróður. Longu annað árið hann var til skips, í 1940, var hann tríggjar túrar undir Íslandi. Tveir við "Elsu" og ein við "Bjørn Ólafsson", har Dávur Petersen í Skúla í Saltnesi var skipari. 

  

Í 1941 var Jákup Mikal millum teir mongu føroyingarnar, sum fóru til Íslands at gera flogvøll fyri bretar í Reykjavík. Hesa tíðina hevur hann mangan tosað um, og tað bleiv vinarlag fyri lívið við fleiri av teimum, sum hann arbeiddi saman við har yviri. 

 

Síðani hevur hann verið nógvar túrar í Íslandi, eisini eftir at hann gavst at sigla. Eitt nú var hann til minningarhald í gamla kirkjugarði í Reykjavík í 1999, tá 75 ár vóru liðin síðani "Anna" fór á land. Fiskimannafelagið við formanninum Óla Jacobsen á odda skipaði fyri ferðini og hátíðarliga og nemandi minningarhaldinum. Minnilig er løtan tá ferðalagið var á Staðarbergi, har Anna fór á land, og farbróður bað Faðir vár á staðnum. 

 

Nøkur av teimum, sum áttu pápa við "Onnu", vóru við á hesi serligu íslandsferð. Tey søgdu, at tað kendist sum at vera til jarðarferðina hjá pápanum. Tey høvdu av góðum grundum ongan møguleika at vera við til stóru jarðarferðina í 1924. Her kann leggjast afturat, at í apríl í ár, tá 100 ár vóru síðani vanlukkuna við Grindavík, var eitt stórt ferðalag við eftirkomarum eftir manningina á Onnu yviri í Íslandi, har minningarguðstænasta var í Dómkirkjuni í Reykjavík og ein serlig løta á grøvini í gamla kirkjugarði. Men hesaferð var Jákup Mikal tó ikki við. 

 

Fyri nøkrum árum síðani tók hann sjálvur stig til at gera eina minnisplátu, sum nú stendur á grøvini hjá manningini á "Onnu" og har eru nøvnini á monnunum. 

 

Hann var eisini fleiri túrar "Aftur á slóðina" við Óla Jacobsen og vitjaði á teimum støðum, har føroyingar róðu út í Íslandi. Hann hevur eisini verið fleiri afturlítandi trolaratúrar við Mortani Johannesen á Eysturlandinum. Jákup Mikal sigldi eitt skifti við trolaranum Havborgini hjá D.P. Højgaard. 

 

Mamman Karolina var ættað av Kjalnesi í Kollafirði og pápin Jákup Mikal var av Dunga, sum er í tí gamla býlinginum millum áirnar á Toftum, millum Fossánna og Hellánna. Karolina og Jákup Mikal bygdu sær hús í Torbisgerði, beint sunnanfyri Hellánna, og har vaks føðingardagsbarnið upp saman við mammu og systkjum. Á Toftum varð Karolina fyri tað mesta rópt Karolina í Torbisgerði. 

 

Jákup Mikal giftist 18. juni 1949 við Joninu, sum var dóttir Johonnu og Martin Hansen úti á Rætt á Nesi. Tey bygdu sær hús úti á Heygum, ella Ytstu Heygum, sum tað eisini hevur verið rópt. Jonina og Jákup Mikal fingu seks børn. Tey eru Kára, Jóhanna, Jákup, Hansmar, Jákupa og Ragna. 

 

Jákup var ein av teimum trimum dreingjunum, sum 31. august 1964 druknaðu á Toftavatni, tá jollan koppaði. Hetta var ein syrgilig  vanlukka, ið merkti alla Toftabygd. Tá 50 ár vóru síðani vanlukkuna, var minningarhald á staðnum við Toftavatn og tá varð ein minnispláta avdúkað. Jákup Mikal var ein av teimum, sum tóku stig til at gera plátuna. 

 

Farbróður hevur mist nógv. Fyri 20 árum síðani doyði elsta dóttirin, Kára, av herviligari sjúku. Konan Jonina, ið var honum ein góður stuðul, doyði í 2010 og fyri nøkrum árum síðani doyðu bæði næstelsta dóttirin, Jóhanna, og maður hennara, Martin, bæði av herviligari sjúku. 

 

Hóast sorgarboð fleiri ferðir, hevur Jákup Mikal farbróður verið lættur av lyndi. Hann er stillførur og lítillátin, og hann hevur altíð víst stórt trúfesti. Hann er av tí gamla slagnum, tá eitt orð var eitt orð og ein maður var ein maður. Nú býr hann á Sambýlinum Vesturskin í heimbygdini og onkuntíð hevur minnið verið betri enn tað er nú.  

 

Jákup Mikal hevur sum sagt havt óvanliga gott minni. Tá fólk hava víst áhuga, hevur hann ótroyttiliga greitt  frá umstøðunum hjá okkara forfedrum. Og tað er einki at taka seg aftur í, at kærleikin til heimstaðin hevur verið stóra drívmegin. Tú hevur altíð sitið eftir við nøkrum, tá tú hevur tosað við Jákup Mikal. Tí var tað ikki so løgið, at hann varð ein av grundstuðlunum hjá Helga Jacobsen, tá hann fyri nøkrum árum síðani skrivaði bygdarsøguna á Toftum, Nesi og Saltnesi. 

 

Jákup Mikal hevur altíð lisið nógv og fleiri vetrar gekk hann til ættargransking. Alt hetta hevur hjálpt væl til, at hann hevur havt lætt við at seta sína vitan í ein samanhang og at fáa eina heildarmynd burtur úr. 

 

Jákup Mikal er ein merkismaður, sum hevur lýst upp í landslagnum, tá hann fór til gongu inn í Undirhúsið, har teir eldru menninir á plássinum samlast. Undirhúsið hevur havt nógv at siga fyri hann og hinar eldru menninar, sum samlast har hvønn gerandisdag. Og mangan biltúrin hevur Frits Johannesen koyrt saman við farbróður eftir løtuna í Undirhúsinum.  

 

Føðingardagsbarnið hevur so sanniliga ikki bara havt áhuga fyri fortíðini.  Hann hevur eisini havt livandi áhuga fyri øllum, ið fer fram í samfelagnum. Tað hevur m.a. borið í sær, at hann sat í bygdaráðnum fyri Nes Kommunu eitt skeið, frá 1. januar 1981 til 31. desember 1984. Hann valdi tó ikki at stilla upp aftur. 

 

Jákup Mikal var eisini við at stovna Fornminnisfelagið á plássinum, og hann var í nevndini tey fyrstu árini. Hetta er eitt arbeiði, ið hevur havt hansara stóra áhuga og felagið eigur fleiri forkunnug hús. 

 

Tað hevur altíð verið hugaligt at koma á gátt hjá Joninu og farbróður. Blíðskapurin hevur verið hjartaligur og teirra stóri áhugi og vitan hava gjørt, at tú altíð fórt nógv ríkari út aftur. 

 

Fari at ynskja tær, farbróður, og tykkum børnum við familju hjartaliga til lukku við 100 ára degnum. Og tað er lítið at ivast í, at mong koma at heilsa uppá føðingardagsbarnið á Svangaskarði. 

Tórður Mikkelsen