Jákup Jakobsen ruddar havið fyri plast
Rudda havið fyri plast
“The ocean cleanup” (rudda havið), byrjaði sum ein skúlaverksætlan í 2012, hjá 16 ára gamla hollendska dreinginum, Boyan Slat. Í dag, 11 ár seinni, er verkætlanin eitt rættiliga stót átak, við stuðli frá fleiri stórum fyritøkum, t.d. Coca-cola og Mærsk.
Tvey skip hjá Mærsk, Mærsk Trader og Mærsk Tender, eru við í hesum arbeiði, og har eru føroyingar umborð. Jákup Jakobsen er meistari umborð á Trader og greiddi soleiðis frá ruddingini á morguncafé í Tabor á Toftum hósmorgunin.
-Okkara arbeiði, er at rudda havið í og við, at vit sleipa eitt stórt “trol,” sum er 2800 metrar langt og 4 metrar djúpt. Í miðjuni er ein posi, sum plastið savnast í. Vit sleipa trolið við 1,5 míla ferð, og í 3-4 samdøgur, og taka so trolið inn og tøma posan. Skipini eru bygd til oljuvinnu, so tað er eitt sindur av arbeiði at taka trolið inn og fáa tað útaftur, sigur Jákup.
Hann greiðir frá, at fiskaða plastið verður savnað saman á dekkinum og síðani deilt upp í trý ymisk sløg. Plastposar verða brendir, meðan trol, trossar, plastíløt, boyur, kúlur og annað, sum er umleið 75 % av plastinum, verður latið í stórar posar og endurnýtt. Endurnýtt kallast tað Granulat og verður nýtt í bilídnaði og aðrastaðni.
Havstreymarnir savna plastið
-Vit fáa nógv av gomlum fiskireiðskapi í, millum annað, traktir til állarúsur. Vanliga fáa vit 6-10 tons í hvørt hálið, men síðsta túr høvdu vit eitt hál á 18 tons. Tað er nógv tað mesta, vit hava fingið í einum háli, sigur hann.
-Tað eru serliga fimm støð í heiminum, har streymarnir savna flótandi plast. Eitt teirra er í Stillahavinum, og har trola vit eftir tí. Vit sigla út frá Kanada, og hava umleið fimm samdøgur á fiskileið, og eru burturi í seks vikur, sigur Jákup.
-The ocean cleanup, arbeiðir eisini við at rudda plast uppi á landi. Teir seta ristir í áir og kloakkir, áðrenn tær renna út í havið. Harvið fanga risturnar tað stóra plastið, meðan mikroplastið er trupult at fáa hendur á. Serfrøðingar siga, at umleið 10.000 tons av plasti fer í havið árliga, so tað eru stórar nøgdir, sigur Jákup Jakobsen.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivaði Føroyska Sjómansmissiónin fyrr í dag. Á teirra profili eru fleiri myndir.