Innvølir, ryggur, skræða, høvd og tílikt skulu um bryggjukant í Føroyum

1. juni 2030 verður kravið 100 prosent

Nú er langtíðarætlan gjørd, sum skal áleggja føroyskum fiskiførum at avreiða alt lívfrøðiligt tilfar í Føroyum.

1. juni 2030 verður kravið 100 prosent.  

Innvølir, ryggur, skræða, høvd og tílikt skulu um bryggjukant í Føroyum.

Uppskotið um kunngerð er sent til hoyringar.

Langtíðarætlanin sigur, at frá 1. juni í ár til 1. juni næsta ár skulu minst 20 prosent um bryggjukant í Føroyum.

Hetta talið veksur so hvørt ár til 1. juni í 2030, tá tað verður 100 prosent.

Undantikin eru veiða til húsbrúks, veiða frá ferðavinnufiskiskapi, veiða, sum ikki skal 
landast í Føroyum, og lívfrøðiligt tilfar frá krabba.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo