ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.

Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá ICES ella við at trýsta á leinkini niðanfyri.

Toskur á Landgrunninum

Tilmælið fyri tosk á Landgrunninum í 2025 er 2.848 tons.

Í nýggjastu stovnsmetingini eru tekin um bata í mun til undanfarnu tvey árini, tá ICES mælti til ongan toskafiskiskap á Landgrunninum. Við hóskiligum fiskiskapi er væntandi, at stovnurin kemur upp um minstamarkið fyri gýtingarstovnin í 2026.

Tilmæli 2025, toskur á LGTilmæli 2025, toskur á LG

Toskur á Føroyabanka

Tilmælið fyri tosk á Føroyabanka í 2025 er 575 tons.

Hetta er ein munandi hækking samanborið við tilmælið fyri 2024, sum var 78 tons. Hækkingin kemst av, at yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vísa týðilig tekin um, at stovnurin er komin fyri seg.

Tilmæli 2025, toskur á FBTilmæli 2025, toskur á FB

Hýsa

Tilmælið fyri hýsu í 2025 er 12.204 tons, ella umleið tað sama, sum varð tilmælt fyri fiskiskapin í 2024.

Í 2018 kom hýsustovnurin upp um markið, har serlig verjutiltøk eru neyðug, og hýsustovnurin hevur verið á miðalstøði síðani. Tað eru ábendingar um, at árgangurin frá 2023 er yvir miðal.

Tilmæli 2025, hýsaTilmæli 2025, hýsa

Upsi

Tilmælið fyri upsa í 2025 er 24.281 tons, sum er ein hækking upp á 58% í mun til tilmælið fyri 2024. Hendan hækkingin kemst av størri tilgongd síðstu árini.

Tilmæli 2025, upsiTilmæli 2025, upsi

ICES tekur fyrivarni fyri í tilmælinum fyri tosk og upsa, at rannsóknarskip og reiðskapur ikki er tey somu áðrenn og eftir 2021. 

ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu (í tonsum) fyri tosk á Landgrunninum, tosk á Føroyabanka, hýsu og upsa í 2025 og broytingarnar frá 2024 til 2025.

 Tilmælið
2025
Tilmælið
2024
Broyting
frá 2024
til 2025
Toskur á LG2.8480 
Toskur á FB57578637 %
Hýsa12.20412.1450.5 %
Upsi24.28115.32358 %