Í vetur hevur veðrið órógvað fiskiskapin nógv
Í vetur hevur veðrið órógvað fiskiskapin nógv, tí tað hevur verið nógvur landnyringur, eystan og landsyningur, og tá er tað trupult hjá okkum at royna eystanfyri.
Hann hevur verið skipari á skeljabátinum Norðheim í 12 ár. Annars hevur hann verið útróðrarmaður meginpartin av lívinum har fiskiskapur og fuglaveiða hava fylt nógv. Veiðilívið hevur enn hansara stóra áhuga hóast hann hevur fylt 72 ár.
- Síðstu túrarnir hava verið góðir. Annars hevur fiskiskapurin verið brúkiligur, men er verri enn í fjør. Tað sigur Pól Johannus Simonsen, skipari á Norðheim.
At vit hava fingið minni enn síðsta ár, kemst bæði av vánaliga veðrinum og av, at vit hava fingið minni av skeljum í vetur enn síðsta vetur, sigur hann.
- Vit hava gjørt nakrar túrar norðanfyri, tá veðrið ikki hevur verið at roynt eystanfyri, men har er nærum ongin skel at fáa. Í vetur hevur verið vánaligasta skeljaveiða norðanfyri, sum eg veit um, sigur hann.
- Í eina tíð hevur tað sæð út, sum at tað manglar ein ella tveir árgangangir av lítlari skel. Nú byrja vit aftur at síggja smáar skeljar eystanfyri, men skelin skal vaksa, so hana kunnu vit ikki taka fyrr enn um nøkur ár, sigur Pól Johannus.
- Harafturímóti hava vit fingið væl av smáfiski í vetur. Ja, tað eru nógv ár síðani vit hava fingið so mikið av smáfiski ella groypufiski. Tað er dámligt nú serfrøðingarnir tosa um at friða heilt, tí ongin toskur er at fáa, sigur hann.
Fimm mans eru við Norðheim og tvær manningar hoyra til skipið. Teir eru umborð í tvær vikur og eru heima í tvær vikur.
Teir vóru blíðir við sjómanstrúboðaran. Tíð var bæði til prát, drekkamunn, Guds orð og bøn.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook vanga sínum.
Myndaeigari TJ-myndir