Í lastini hava vit salt í sekkjum
Høvdu salt og skerv við til Føroya
Í lastini hava vit salt í sekkjum, sum vit lossa her í Runavík. Aftaná fara vit til Søldafjarðar at lossa skerv, sum Navigare leggur á lagrið, sigur Martin Dahl, skipari á farmaskipinum Hav Sund.
Norskur sandur og skervur er sera góður. Tí er tað ein útflutningsvøra, sum Norra hevur til fleiri lond, harímillum Føroyar.
- Vit koma úr Norra. Í lastini hava vit salt í sekkjum, sum vit lossa her í Runavík. Aftaná fara vit til Søldafjarðar at lossa skerv, sum Navigare leggur á lagrið.
Tað sigur Martin Dahl, skipari á farmaskipinum Hav Sund, sum mánadagin lá á Runavík.
- Úr Søldafirði fara vit aftur til Norra. Har skulu vit lasta skerv til Týsklands. Úr Týsklandi skulu vit inn í Eystursjógvin har vit skulu lasta í Klaipeda og Liepája til Norra. So veit eg ikki meiri um hvar vit skulu, sigur hann.
Nú Hav Sund var í Føroyum, nýtti sjómanstrúboðarin høvi til at vitjað umborð. Hóast tað eru fleiri vikur til jóla, so fekk manningin jólapakkarnar umborð nú, tí skipið sum oftast er burtur á jólum.
- Vit takka fyri jólapakkarnar, hóast vit ikki verða umborð á jólum. Vit vera avloystir umleið 28. novembur, og tá hava vit verið umborð í sjey vikur. Tað er ein vika meiri enn vanligt, men tað er fyri at tað skal passa við jólafrítíðini, sigur Martin Dahl.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum facebook-vanga. Myndina eigur TJ-myndir.