Í 1939, sum 14 ára gamal, fór Jákup Mikal til skips við toftasluppini, Elsu.
- Tað er við gleði, at vit kunnu kunngera, at hesin stóri dagur hjá Jákup Mikal verður hildin fríggjadagin 18. oktober frá klokkan 16-19 í Ítróttarhúsinum á Svangaskarði. Øll er vælkomin at heilsa upp á Jákup Mikal
Jákup Mikal Mikkelsen - úr Torbisgerði á Toftum - varð føddur hin 18. oktober 1924. Hann er sonur Karolinu, sum var ættað av Kjalnesi í Kollafirði, og Jákup Mikal Mikkelsen av Toftum.
Jákup Mikal er uppkallaður eftir pápanum. Eitt hálvt ár, áðrenn hann varð føddur í apríl 1924, var pápin druknaður út fyri Grindavík í Íslandi, har skipið Anna fór á land. Karolina, mamman, sat tá einkja við trimum børnum og einum á veg.
Jákup Mikal giftist í 1949 við Joninu (Ninu) Hansen (1926-2010), sum var ættað uttan av Rætt á Nesi. Tey bygdu sær nýggj hús í 1954 úti á Ytsu Heygum á Toftum. Her búði Jákup Mikal til januar 2024, tá ið hann flutti á Vesturskin.
Síðan konan doyði í 2010, hava Hansmar, sonurin, og hann búð tveireinir í húsinum á Ytstu Heygum.
Jákup Mikal og Nina fingu 6 børn: Kára (1949–2004), Hanna (1951–2021), Jákup (1954–1964), Hansmar (1961), Jákupa (1966) og Ragna (1969).
Abbabørnini eru 14, langabbabørnini eru 20, og oldurabbabørnini eru seks í tali.
Í 1939, sum 14 ára gamal, fór Jákup Mikal til skips við toftasluppini, Elsu.
Fyrsti túrurin var til Grønlands. Seinni heimsbardagi var brostin á, so í Føroyingahavnini málaðu teir danskt flagg á bógvin. Jákup Mikal var aftur við Elsu í apríl í 1940, og tá var hann við til at mála føroyskt flagg á bógvin, tá teir lógu í Havn.
Í 1941 var Jákup Mikal, saman við 250 øðrum føroyingum, og gjørdi flogvøll í Reykjavík.
Í 1942 arbeiddi hann á flakavirki á Patriksfirði. Undir krígnum var hann annars fleiri ár í Íslandi við skipum og bátum. Árini 1947–1953 var hann við Oyrasker, sum svágrar hansara førdu. So fór hann við Havborgini, til hann sum 40 ára gamal í 1964 fór á skúla.
Eftir tað var hann yvirmaður, tvey ár í uttanlandssigling, og tvey rend við norðmonnum, áðrenn hann fór við Jógvan Norði og seinni Mascot, sum hann stundum førdi.
Jákup Mikal var sjómaður í út við 50 ár. Tá hann legðist upp, fór hann at arbeiða á Nyki. Hetta gjørdi hann, til virkið læt aftur í kreppuni í 1992.
Sum pensjónistur hevur hann eisini egnt hjá útróðrarbátunum á Toftum.