Hvør tekur sær av toskinum?

Hetta er ikki haldbært.  

Hvør skal bjarga toskinum á føroyska landgrunninum? Umsitingin av stovninum megnar ikki at forða fyri, at stovnurin minkar alsamt á hvørjum ári.

Tað vísa nýggjastu veiðitølini fyri tosk, har tað nú er staðfest, at skipini í 2023 einans megnaðu at fiska 40 prosent av tí, tey plagdu at fiska árliga – 40.000 tons heldur enn 100.000.

Fiskifrøðin hevur í áravís rópt varskó og sagt, at vit ikki kunnu halda fram við núverandi skipan. Men frøðingarnir koma ikki ígjøgnum við sínum viðmælum og ynskjum um veruligar avmarkingar av fiskiskapinum til tess at bjarga toskastovninum frá oyðing.

Tað tykist alt meira greitt, at tað er okkurt heilt galið við skipanini, sum hon virkar í løtuni. Og ongin vilji er til at gera nakað við trupulleikan, hvørki í vinnuni ella frá politiskari síðu.

Hetta kom nokkso greitt fram í sjónvarpaðari tíðindasending hjá Kringvarpinum í vikuni, tá stórreiðarin staðfesti, at tað als ikki loysir seg at fiska við partrolarum undir Føroyum í dag. Orsaka av fislaloysi. Loysnin sambært stórreiðaranum var heldur at fiska við størri skipum og við fleiri trolum!

Nú vita vit ikki, um reiðarin varð spurdur um hvat gerast kann fyri at bjarga toskastovninum. Hann fekk í hvussu so er ikki høvi til at svara upp á tað.

Men tað ljóðar ræðandi, tá einasta loysn í løtuni er at seta størri skip – sterkari veiðiorku – inn. Tá trupulleikin er, at stovnurin longu er ovfiskaður.

Stórreiðarin hevur eitt flakavirki við nógvum starvsfólkum, sum skal rekast, og hansara áhugi er, sum skilst, at fáa fatur á so nógvari rávøru, sum gjørligt. Sektin í um stovnurin er í vanda fyri at doyggja út. Hann velur heldur løtuvinningin enn at ynskja trupuleikan loystan. Spell at hann ikki vildi ella fekk loyvi at fyrihalda seg til alarmerandi støðuna, sum toskastovnurin er í.

Tað gerst meira og meira greitt, at tað er fiskidagaskipanini, sum tað er galið við. Dagarnir verða skerdir á hvørjum ári, men trýstið á stovnin minkar ikki. Landsstýrismaðurin sigur seg nú seta serlig tiltøk í verk – vil skerja dagatalið við 20 prosentum, sum er meira enn vanligt, men frøðin sigur, at tað ikki er nóg mikið til at bjarga toskinum.

Tá er tað, at vit hava hug at spyrja: Vil politiska skipanin standa modell til, at toskastovnurin á føroyska landgrunninum tilvitað verður ovfiskaður og oyddur?

Ella er tað sum við so nógvum øðrum viðurskiftum í føroyskum politikki, at vit vilja heldur lata standa til, og so vóna at “det grejer sig i sjøen”. Í vónini um at náttúran fer at koma við sínari egnu bjarging? Ella til ongin fiskur er eftir, og tá heldur ikki longur er møguleikar fyri at forða fyri at øll vinnan fer á húsagang?

Sum stjórin á Havstovuni segði hetta sama kvøldið í sjónvarpinum: Vit hava vitað í yvir tíggju ár, at føroyska fiskivinnan ikki er burðardygg – og so leingi sum hon ikki er tað, so fæst heldur ikki ein burðardyggur búskapur burtur úr fiskivinnuni. At veita ugga við at geva teimum neyðstøddu skipunum eina makrelkvotu sum kompensasjón loysir einki – annað enn at útseta pínuna.

Hetta er ikki haldbært.  

Tað skrivaði Ingi Samuelsen, í oddagrein, í blaðnum Blaðið á portal.fo leygardagin - HER Blaðið Vikuskifti | Nr. 1 (bladid.fo)