Hoyr "Kvinnan í svørtum" her

Sangurin snýr seg um at missa á sjónum, og at man helst skuldi tiga sorgina burtur.

Í dag Allahalgunardag 2023 gevur Tórfríð Tavsen út eitt nýtt staklag.

TRÝST HER og HOYR Kvinnan í svørtum - YouTube

Lagið eitur “Kvinnan í svørtum”, og snýr seg um at missa á sjónum, og at man helst skuldi tiga sorgina burtur.

TEKSTURIN

Kvinnan í svørtum

1. Hjartað mítt elskaði mín 

havið tók frá mær

dreymarnar við

og sálarfrið

leingist mær enn eftir tær

 

Niðurl.:

Best er at tiga

Hugtung tey lærdu meg

als onki siga

kvinnan í svørtum bleiv eg

 

2. Havið gav vælferð og lív

mongum gjørdi gott

men fyri meg

sum misti teg 

goymir tað bert tøgn og nátt

 

3. Barnið títt elskaði mín

Aldri kendi teg

babbasa stað

tómt til í dag

livdi tað her uttan teg

 

4. Hjartað mítt ofta slær títt

orð um sakn og sorg

tunga mín tó

av tøgn so móð

bygdi um hjartað mítt borg

Orð: Jógvan Steintún og Tórfríð Tavsen Lag: Tórfríð Tavsen Sangur: Tórfríð Tavsen Klaver, bass og trummur: Hans Poulsen Gittar: Áron Poulsen Strúkarar: FAME'S Skopje Studio Orchestra Framleitt, tikið upp og miksað: IntroVers Studio við Hans Poulsen Útgivið 01. nov. 2023