Hósdagin var próvhandan á Sjónám

Níggju skipsatstøðarar fingið prógv

Aftara rað fv: Markus Trygvason Hermansen, Priyanka Bisht, Brandur Solbjerg á Túgvu, Jógvan Finnur Jónsveinson Thomsen. Fremra rað fv: Uni Mikkelsen, Jákup Brimstrond Thomasen, Jógvan Steinarsson Hansen, David Magnason Simonsen, Poul Erikur Kristiansson Dam.

 

Hósdagin 20. juni var próvhandan á Sjónámi, har 9 skipsatstøðarar fingu prógv. Hesir kunnu eftir ávísa siglingartíð søkja vinnubræv sum fulltiknir skipsastsøðarar.

Á hátíðarløtuni helt Niels Juel Arge, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, røðu og Signar í Homrum spældi nakrar sangir. Harumframt vóru felagssangir við Símuni Hammer, organisti við tangentarnar.

Virðislønir til skipsaststøðarar lætnar av Fiskimannafelagnum:

Besta skipsatstøðaraprógv hevði Jógvan Finnur Jónsveinson Thomsen og fekk eina klokku við barometur.

Fyri besta dugnaskaparprógv fekk David Magnason Simonsen eitt Faroe-time lummaur.

Besti kammeratur (valdur av næmingum) Jógvan Finnur Jónsveinson Thomsen, fekk føroyskar mansjettknappar frá Norðoya Sparikassa.

Fyri ídni fekk Uni Mikkelsen ein Sailor kikara frá Sjónámi.

Sjónám