Høgaberg sjósettur

Nýbygningurin verður latin reiðarínum seinni í ár

Arbeiðið at smíða nýggja Høgaberg er nú komið so mikið langt, at skrokkurin verður sjósettur í morgin, (fríggjadagin)  og verður eftir ætlan í Skagen 18. mars.

Tað var á sumri í 2022, at Framherji skrivaði undir sáttmála um nýtt uppsjóvarskip frá Karstensen Skibsværft í Skagen. Arbeiðið er seinkað nakrar mánaðir, og, væntandi verður nýggi Høgaberg latin reiðarínum í oktober-november.

Nýggi Høgaberg er 88 metrar langur og 17,5 metrar breiður. Hann fer at lasta 3400 tons. Høgaberg er systurskip Finnur Fríða.

Tað skrivar KIRAN JÓANESARSON á fiskur.fo