Hóast hann verður 79 ár í mars, so dregur sjógvurin enn
Eg kenni meg væl og orki væl enn. Harafturat kenni eg alt her umborð, so arbeiðið fellur ikki tungt. Men byrji eg at gloyma, ella ikki orki meiri, so vóni eg, at eg finni landgangin, áðrenn eg verði leiddur í land.
Hóast hann verður 79 ár í mars, so dregur sjógvurin enn gøtumannin, Sæmund P. Dalheim. Longu sum 12 ára gamal var han við til at trola eftir hummara. Sum unglingi, var hann messur við ymiskum skipum, eisini við Skálabergi, har 49 mans vóru við. Hann fór í smiðjulæru sum bilmekanikari og fekk sveinabræv sum motormekanikari.
Eftir at hava siglt nøkur ár við ymiskum skipum, gjørdist hann arbeiðsformaður og brandmaður hjá Gøtu kommunu. Har var hann í 16 ár og fór so aftur at sigla.
-Í 1995 kom eg í alivinnuna, og her eri eg enn. Eg byrjaði sum maskinmeistari umborð á Sporinum, sum Vestlaks í Kollafirði átti, og sum teir høvdu umbygt til brunnbát. Har sigldi eg í fleiri ár, áðrenn eg fór umborð á Vestfisk og seinni umborð á Vesthav, sum báðir vóru brunnbátar, sigur Sæmundur.
-Nú siglir tú við Stígabrúgv, sum Bakkafrost eigur. Nær byrjaði tú hjá Bakkafrosti?
-Tað var 1. feb. 2009, tá eg kom her umborð. Í fleiri ár vóru vit bara tveir við, og tað var alt ov strævið. Vit sigldu vanliga tveir túrar um dagin, eisini leygardag, so tað var mangan lítil svøvnur. Nú eru vit tríggir. Vit sigla í fjúrtan dagar og havi so frí í fjúrtan dagar, sigur hann.
Uppá fyrispurning, um hann hevur gloymt aldurin, svarar Sæmundur:
-Nei, eg kenni meg væl og orki væl enn........LES ALT HER Hóast høgan aldur, so elskar hann at sigla - Trúboðin (trubodin.fo)
Myndina eigur TJ-myndir.