Fagfelag: Hjálparfólkafelagnum hevur skipað seg

Sámal Hansen, heldur fram sum formaður

Fundur varð hildin týskvøldið og nevndin hevur skipað seg.

Sámal Hansen heldur fram sum formaður, Linda Højgaard er næstforkvinna, Laila Rólantsson, skrivari, Eystan Elisson, peningarøkil, og Claus Højgaard, nevndarlimur.

Tiltakslimir eru Friðrika Mortensen Kristiansen og Leif Vestergaard Hansen.

Tað skrivar felagið í tíðindaskrivi.