VIDEO: Hjálmur boraður inn í skallan á Árna

Árni Nýgaard av Saltnesi slapp av við ristingarnar.

Ein skurðviðgerð á Aarhus Universitetssjúkrahúsi hjálpti Árna Nygaard av Saltnesi at sleppa av við ristingar, sum høvdu ávirkað lív hansara á ógvisligan hátt.

SÍ VIDEO HER Árni kunne ikke skrive sit eget navn i 30 år - få sekunder ændrede alt | TV2 Østjylland (tv2ostjylland.dk) ( um tú hevur TV2 PLAY)

72 ára gamli Árni Nygaard hevur, síðan hann var barn, havt ampa av ristingum, men tað er serliga tey seinastu 25 árini, at tað hevur ávirkað somikið ógvisligt, at hann til tíðir hevur havt tørv á hjálp til at gera ting í tí dagliga.

Men nú skal tað vera nokk.

Árni Nygaard hevur fingið tíð at verða skurðviðgjørdur á Aarhus Universitetshospital.

Hetta sjúkrahúsið kann, sum tað einasta almenna sjúkrahús í Norðurlondum, fremja eina serliga skurðviðgerð, sum hjálpir at basa ristisjúku – ella “essential tremor”, ið tað eitur á fakmáli.

LES ALLA GREININA HER Árni kundi ikki skriva sítt egna navn í 30 ár – nøkur fá sekund broyttu alt - FM1

Tað er Sigurjón Einarsson á FM1, sum er eigari av greinini.

(Mynd: TV2 Østjylland)