Hitabylgja í havinum
Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum vestan fyri Írland og Skotland. Sjógvur frá vestara parti av hesum øki rekur móti Føroyum, og nýggjastu mátingarnar hjá Havstovuni vísa, at hitin í sjónum um okkara leiðir er hitnaður nógv síðstu tíðina.
Við mátingum frá fylgisveinum verður dagliga fylgt við eitt nú vatnskorpuhita í høvunum, og her hava mátingarnar víst eina hav-hitabylgju, sum hevur tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan byrjaði um mánaðarskiftið mai-juni og tyktist vera í hæddini beint eftir hálvan juni (mynd 1). Tað er serliga í økinum vestan fyri Írland og Skotland at eitt øki, sum er størri enn Stóra Bretland, er hitnað ógvusligani nógv (appelsin litt og myrkareytt á mynd 1), meðan eitt enn størri øki er mett at hava sterka hitabylgju (gulgrønt á mynd 1). Í økinum rundan um Føroyar sær hitabylgjan út til at vera hóvlig til sterk.
TRYST HER Hitabylgja í havinum