Himmalvíður munur millum at tala um og tala við
Fiskivinna og alskyns spurningar knýttir at fiskivinnupolitikki vísa seg at vera eitt tema sum dúgliga verður umrøtt á ráðstevnum og í prátiklubbum. ĺ ávísum førum, eru slíkar samrøður sum vera man bæði nyttigar og neyðugar — og Gud havi lov fyri tað — uttan mun til um fiskimenn og verkafólk taka lut.
Aðrar tíðir man tað vera meira so sum so við meiningini, sum prátið gevur. Tað vísir seg nevniliga, at hópur av fólki, vilja so ógvuliga nógv, við fiskivinnuni bæði so og so; tey hava brennandi ynskir og meiningar um, hvat ið skal vera loyvt og ikki skal verða loyvt. Um hvat ið skal kosta eyka og o.s.fr. Um hvørji krøv ið skulu setast her og har, um hvør ið skal sleppa framat her, og so framvegis — og listin endar ikki har.
Tað, sum tó kann gerast í so stuttligt, tá tað kemur til alt tosið og meinaríið hjá onkrum av hesum góðu fundarfólkum, er júst hvussu lætt tað tykist teimum, at skjóta upp bæði eitt og annað, sum í veruleikanum kann fáa munandi avleiðingar fyri tey sum hava sítt dagliga virki og livibreyð í fiskivinnuni, ja og samfelagið í sínari heild.
Slíkar avleiðingar eru ofta væl og virðiliga avskermaður, og officielt ikki til, tá tað kemur til politikarar, embætisfólk og onnur, eitt nú innan tann akademiska heimin, sum treingjast kring innilokað torg til at ávirka búskapar-, fíggjar-, vinnu- og fiskivinnupolitikk. Mangan tosa tey so lættliga um, hvat ið tey meina skal gerast og ikki fyri at broyta ella varðveita viðurskifti, sum fyrst og fremst hava avleiðingar fyri onnur enn tey sjálv.
Tá er tað jú lagamanni at spreiða um seg við hugsanum og áskoðanum, serliga hjá teimum, sum í slíkum samanhangi, av onkrari orsøk ikki vísa seg at taka ábyrgd av egnum orðum og handlingum, men heldur vilja brúka seg bæði ein veg og annan fyri at vinna bílig stig millum felagar.
Tað sum beinan vegin avdúkar slíkan glantrileik, er at tað verður tosað so dúgliga um — ikki við — tey sum veruliga arbeiða í fiskivinnuni. Har lýpur ketan jú av. Tí ein samrøða, um eitt givið evni skal jú hava ein dynamik og eitt endamál. Sum oftast er eitt endamál eisini orðað, har tað nevniliga er lagt upp til, at samtalan skal bera í sær eina menning av onkrari problemformulering, eina upplýsandi tilgongd av onkrum slag, har fólk so ella so fáa nýggj innlit at umhugsa og taka við í víðkaðan sjónarring, soleiðis at tað, sum spyrst burturúr samanborið við áðrenn er ein greiðari og meira talandi mynd í mun til veruleikan — also at fólk blivu klókari.
Men uttan nakað sum helst íkast, frá nøkrum av teimum sum hava sítt dagliga yrki í fiskivinnuni á sjógvi ella landi, so verða sannlíkindini hinvegin alt ov stór fyri at tað, sum kemur fram, verður merkt av misfatanum og skeivleikum, og tað í slíkan mun, at tann endaligi boðskapurin verður ein vavgreytur uttan hald í veruleikanum. Og tað er jú bæði synd og skomm, og ikki nokk við tí — evjan kann alt ov lættliga verða borin út um allar geilar sum amen í kirkjuni, um hon bara er smurd inn við olju, sum fær hana at glíða nóg væl niðurum millum fólk . Vit hava jú sæð fyrr, og tað meira enn eina ferð, hvussu stuttur vegurin kann vera millum eina søgu og politiskt kjak og harfrá til samtykta lóg.
So munurin millum at tala um og tala við er av sonnum himmalvíður. Hetta er í veruleikanum ein munur, sum markerar hvar virðingin liggur fyri bæði rættvísi og sannleika, javnrættindum og fólkaræði.