Hildu tað vera falskan alarm
Seksæringurin, Naddoddur, av Tvøroyri, kom í havsneyð í gjárkvøldið.
Bjargingarmyndugleikarnir í Noregi hava upplýst fyri miðlunum, at fyrstu ferð Naddoddur sendi út neyðarkall var klokkan 16.45 føroyska tíð.
VG skrivar soleiðis um fyrru fráboðanina:
Skipet skal ikke ha gitt noen tegn til å være i nød, til hverken helikopteret eller båten ved siden av, fortalte Bakken. Derfor ble også meldingen vurdert til å være en falsk alarm, opplyste hun.
Tískil tók bjargingartænastan tað sum um at tað var falskur alarmur.
Tveir tímar seinni, klokkan 18.37 føroyska tíð, sendi Naddoddur aftur út neyðarkall.
Seinni bjargaðu tyrlur fimm av teimum seks fólkunum, sum vóru við Naddoddi. Ein persónur, ein kvinna, var sum skilst undir Naddoddi.
Í morgun varð kvinnan funnin, hon fleyt í sjónum. Hon var tá staðfest deyð.
KVF hevði á middegi samrøðu við fólk í Naddoddaneystinum TRÝST HER Merkið í hálvari stong við Naddoddaneystið | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Myndina,sum helst er frá 1997, eigur Andras Sólstein.