Hevur starvast á Varðanum Pelagic síðan 2012
Hon er 66 ár, úr Trongisvági, og hevur starvast á Varðanum Pelagic síðan 2012!
Dagbjørt er trukkførari á turrrøkinum. Hennara uppgávur eru m.a. at taka pakningar og plattar inn um dagin, og fáa tilfarið upp til maskinurnar Harumframt hevur hon ábyrgdina av at halda turrøkið pent og ruddiligt
Dagvaktin er nógv tyngri enn náttarvaktin, sigur hon, tí tað koma umleið 100 plattar av pakningi inn um dagin!
Arbeiðið á turrøkinum er eitt sindur einsamalt, men tað trívist hon við. Og so roksar man bara tað meira í pausunum
Túsund takk fyri, at tú vildi vera við í Verkafólkavanganum, Dagbjørt, og vit ynskja tær eitt fantastiskt summar!
Somuleiðis fara vit at nýta høvið at ynskja øllum eina góða summarferiu, tá tit koma so langt.
Tað skrivar VERKAFÓLKAVANGIN hjá Føroya Arbeiðarafelag á facebook.