Hevur Ruth ofra sakirnar fyri sessirnar - ella ?

Ruth Vang hevur undir øllum umstøðum megna at sett seg í eina lyklastøðu eftir løgtingsvalið tann 8. desember.

"Ein tungur burður, har ljósmóðurin tó fekk sín vilja”

"Ruth fekk sessirnar, Aksel og Høgni fingu sakirnar"

- Politisk snargreining innan pressufundin -

Tað skrivaði Johnny í Grótinum fyri lítlari løtu síðan. Hann eigur eisini myndina.

Tá samgonguskjal og landsstýrisfólk verða kunngjørd í morgun eri eg spentur upp á at fáa staðfest, hvør av hesum báðum yvirskriftum hóskar seg best.

Ruth Vang hevur undir øllum umstøðum megna at sett seg í eina lyklastøðu eftir løgtingsvalið tann 8. desember, spurningurin er so, um úrslitini avspegla hetta. Greitt er, at baklandið hjá Framsókn hevur sett nøsina upp eftir, at flokkurin skal umseta góðu undirtøkuna á valinum til eina enn betri valdsyvirtøku. Fær Ruth ikki ein floksfelaga við sær í Tinganes, hevur hon vist longu tapt.

Í grein í Norðlýsinum innan valið vísti eg á 3 búskaparpolitiskar avbjóðingar, sum ein nýggj samgonga má fyrihalda seg til: https://nordlysid.fo/.../johnny-kannar-vallyftir-og-visir...

Hesar eru: (1) Veðurlagskreppan. (2) Methøga inflasjónin. (3) Kroysti arbeiðsmarknaðurin við vaksandi talinum av útlendskum arbeiðsfólkum.

Eisini eru tær 3 avbjóðingarnar, ið eg vísti á til løgtingsvalið í 2019 framvegis óloystar: Bústaðartrot, sveiggjandi tilfeingisinntøkur og bólgnandi vælferðarútreiðslur.

Fyri allar avbjóðingarnar vil ein týðuligur munur vera á loysnunum, sum ein borgarligur flokkur sum Framsókn ynskir, og tað C og E ynskja at fremja í verki. Tí vil man í samgonguskjalinum kunna avlesa, um Ruth hevur ofra sakirnar fyri sessirnar, ella um hon framhaldandi hevur buktina og báðar endarnar.

Í Danmark er søgulig breið semja fingin í lag vegnu serligu tíðina og stóru avbjóðingarnar. Ein spurningur er tí eisini, um blokkpolitikkurin heldur áfram í Føroyum ella ei. Útsøgnirnar hjá Ruth Vang í útvarpstíðindunum í gjárkvøldið góvu ábending um eitt ynski hjá henni um breiðari semjur.