Hetta er tann størsti føroyski báturin, sum nakrantíð er smíðaður.
Tað serliga við hesum bátinum er, at hann skal rekast við el-motori. Báturin verður nú sleipaður til Havnar, har hann skal takast upp á skipasmiðjuni Mest at liðugtgera við motori, húsi og allari hugsandi útgerð, sum er neyðug til sigling við ferðafólki.
Báturin er knappar tólv metrar langur og 3,92 metrar har hann er breiðastur.
Myndina og tekstin eigur Sverri Egholm