Jan Højgaard hartar MRCC: Hetta eigur ikki at koma fyri
Tað gekk næstan ein tími frá, at neyðboyan á Eysturbúgvanum sendi neyðarkall, til MRCC fann útav, at Eysturbúgvin var sokkin, og tá var tilbúgvingin ongantíð sett í gongd. Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskivinnufelag, heldur, at MRCC eigur at reagera beinanvegin og seta mannagongdirnar í gongd, tá neyðarkall koma inn.
Tað skrivaði Dimmalætting í seinast útgávu síni.
Greinaskrivarin er: Sigurjón Einarsson
Hendingin, tá Eysturbúgvin sakk tann 14. apríl í ár, hevur avdúkað fleiri ræðandi viðurskifti í sambandi við bjarging á sjónum í Føroyum. Í Dimmalætting í síðstu viku kom fram, at tað gingu 58 minuttir frá, at signal frá neyðboyuni kom inn til MRCC, til Vesturbúgvin boðaði MRCC frá, at Eysturbúgvin var sokkin og manningin komin umborð á Vesturbúgvan í øllum góðum. Hóast neyðboyan á Eysturbúgvanum sendi neyðarkall til MRCC, og MRCC hvørki fekk fatur á Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum, so varð tilbúgvingin ikki kunnað, fyrr enn alt var yvirstaðið. Deildarstjórin á MRCC, Edvard Bjarnason, segði við Dimmalætting í síðstu viku, at MRCC ofta fær falskar alarmar inn. – Vit fáa ofta falskar alarmar inn, og tí verður tað ein meting, um vit skulu senda tyrluna avstað ella ikki. Í hesum førinum við Eysturbúgvanum, vóru teir vakthavandi fult upptiknir av at staðfesta, hvat gekk fyri seg, tá neyðsignalið kom inn, og tí varð tað í hesum førinum ikki aktuelt at senda tyrluna avstað, sigur Edvard Bjarnason.
Øll greinin kann lesast í seinastu Dimmalættingini ella við at fara inn á dimma.fo har ein kann keypa hald.