MYNDARØÐ: Hesi eru farin á fund - skulu strika sjómannafrádráttin
Skattalætti og rullalandi veiðiloyvi eru høvuðsevnini á samgongufundinum, sum byrjaði í Tinganesi fyri løtu síðani.
Tað skilst á lagnum, at samgongan ætlar at fíggja skattalættan við at lækka toppskattamarkið í skattalógini, og at taka sjómannafrádráttin og uttanlandsfrádráttin av í stigum.
Harumframt er ætlanin at hækka oljuavgjaldið.
Onnur mál, sum væntandi eisini verða umrødd á samgongufundinum, eru russlandssáttmálin, gongd í haga, ferðaseðlaprísir og tøkugjaldið í alivinnuni.
John Johannessen fylgir samgongufundinum. Hann var í útvarpstíðindunum klokkan 14:
HER Samgongufundur um skattalætta og rullandi veiðiloyvi | Kringvarp Føroya (kvf.fo)