Heita rákið er ikki viknað síðan 1993

Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar

Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science.

Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland og Føroyar rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi inn í tey køldu høvini eystan og norðan fyri okkum. Hesin heiti “Atlantssjógvur” ber nógvan varma við sær og hevur ómetaliga stóran týdning fyri umstøðurnar hjá øllum livandi á føroyska landgrunninum og í Norskahavinum. Havstovan hevur tí í meiri enn 30 ár gjørt regluligar kanningar av hesum ráki.

Nógvar av hesum kanningum eru gjørdar eftir einum skurði, “Norðurskurðinum”, sum gongur frá Landgrunninum beint norðureftir (mynd sæst niðanfyri).

Regluliga hava fyrst Magnus Heinason og nú Jákup Sverri kannað hita og saltinnihald eftir hesum skurði. Hesar mátingar loyva okkum at skilja Atlantssjógvin frá køldum Arktiskum sjógvi, sum kemur norðaneftir.

LES ALLAN GREININA HER Dagur.fo | Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar (portal.fo)