Heilsuhjálparafelagið VITJAN AV BORGARSTJÓRA

Í samband við nevndarfundin hjá Heilsuhjálparafelagnum 25. oktober, var borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen og hugleiddi um Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni og hvørji tilboð ið Vágs kommuna veitir til sínar eldru borgarar.

Tilboðini hjá kommununi fevna um ellis- og røktarheimið Hamragarð, eldrasambýlið, dagtilhald, heimatænastu og mattænastu - umframt at Vágs Kommuna eisini er partur av Suðuroyar ellis- og røktarheimi á Tvøroyri.

Vágs Kommuna roynir at gera sítt fyri at gera gerandisdagin hjá teimum eldru í kommununi so innihaldsríkan, sum gjørligt. Tað er umráðandi fyri bæði kropsligu og sálarheilsuna hjá borgarum, at ítriv eru til taks. Í Vági eru alskyns ítriv fyri eldri borgari, ið stimbra heilsuna.

Vit takka Bjarna fyri ein áhugaverdan dag.

Nevndin