Heilsan frá Eyðgerð og Ellinti Abrahamsen
Gevandi tíð á Logos Hope
Sjómansmissiónin hevur fingið heilsan frá Eyðgerð og Ellinti Abrahamsen, sum sigla við Logos Hope. Ellintur er stýrimaður og Eyðgerð er við í ymiskum arbeiði umborð.
Ellintur fór sum skipari við Doulus Hope í apríl. Skipið fekk tíverri skjótt álvarsaman maskinskaða og Ellintur var fluttur yvir á Logos Hope, sum stýrimaður:
Eg kom umborð nakað seinni og havi verið umborð síðani.
Vit komu til Mombasa í Kenya 21. august og lógu har til 4. oktober. Toymi frá skipinum vóru í landi og vitjaðu kirkjur og samkomur og fólk vitjaðu umborð.
Leygardagin 30. september høvdu leiðararnir umborð sín fundardag í landi, og bleiv hann hildin í Seefarers Mission Center. Ellintur frætti tá, at har var guðstænasta hvønn sunnudag, so vit gjørdu av at fara í kirkju har. Eitt deiligt stað við góðum umstøðum inni og úti.
Presturin innleiddi sína prædiku við: "Are you ready, if Jesus comes back today?" og endaði somuleiðis við at spyrja: Are you ready?
Áðrenn guðstænastan var liðug, vóru nøkur bønarevvnir, vit skuldu biðja fyri. Tá ið hann hevði kunngjørt tey, las hann eitt-trý upp og spurdi, hvør vildi biðja fyri teimum, síðani tey næstu eitt-tvey o.s.fr. Ellintur bjóðaði sær at biðja fyri sjófólkinum. Tá hann hevði deilt út, bað tann hart fyri teimum bønarevnunum, hann hevði fingið. Rík løta!
Í Tanzania
4. oktober sigldu Logos Hope til Dar es Salam í Tanzania, har skipið liggur til 23 oktober.
- Tað hevur sum heild gingið væl, hóast onkur avbjóðing hevur verið. Eitt sum hugtekur og stimbrar meg er at síggja hvussu nógv bøn fyllir í arbeiðinum umborð, og serliga hjá dekkararnumr. Teir biðja hvørja ferð, teir fara undir eina uppgávu, og takka hvørja ferð, hon er gjørd.
Vit hava tað gott og hava verið glað fyri tíðina umborð, sum hevur verið gevandi. Vit fara av skipinum 17. oktober. Gongur alt eftir ætlan verða vit í Føroyum 18. oktobur.
Blíðar heilsanir frá okkum báðum.
Eyðgerð Abrahamsen.
Leggjast kann afturat, at úr Tanzania fer Logos Hope til Madagascar, síðani til Mozambique og Suðurafrika, har skipið steðgar í fleiri mánaðir.