Heðin Hansen 80 ár
Heðin Hansen 80 ár.
Ein heilsan til Heðin, nú hann herfyri fylti áttati ár.
Heðin hevur trúliga verið í bátafelagshúsinum og borðreitt við heimabakstri og kaffi, og eisini við m.a. heimagjørdari rullupylsu, og tað eru vit honum stórliga takksamir fyri.
Ein ótrúliga trúfastur og raskur maður, og ja, ein kempa á arbeiðsmarknaðinum hevur hann altíð verið. Tað sigur ikki onki, at maðurin, so seint sum í fjør, var til skips.
Og á sjónum hevur hann baksast, meginpartin av sínum vaksna lívi. Kokkur av teimum allarbestu, tað vita vit frá teimum, sum hann hevur siglt saman við. Varð ikki tikin í at gera knettir og frikadellur, tað vita øll, sum hava havt tann framíhjárætt, at fingið tað borðreitt frá honum.
Vit vilja ynskja Heðin hjartaliga tillukku við áttati ára føðingardegnum og takka fyri hansara trúfesti og hjálp, her í bátafelagnum, og ynskja honum mong, mong góð ár í framtíðini og Harrans signing.
Bátafelagið í Kollafirði