Havt sítt lívsstarv á sjónum í 62 ár
Ørindini míni at banka á dyrnar hjá Ingolfi Rasmussen var at vita, um hann átti nakrar myndir frá hendingini, tá Sólborg brendi í 1979. Tað skuldi bara ganga ein løta, til vit funnu útav, at vit báðir vóru í nærmastu familju. Ikki visti eg, at Ingolf og eg eru trímenningar. Ómetaliga áhugavert at práta við henda dámliga og róliga skiparan, sum var skipari umborð á trolarunum Sólborg og Hercules, tá ið tær brendu. Ingolf fór longu til skips sum sekstan ára gamal og hevur starvast á sjónum í 62 ár.
Tá eg bankaði á dyrnar hjá Ingolfi Rasmussen ovarlaga í Torfinsgøtu í Havn, hitti eg ein dámligan og fyrikomandi mann. Konuna Jónu kendi eg beinanvegin – hon er dóttir Jens Guttesen, sum vit kenna frá tónleiki og sangi í Brøðrasamkomuni. Komin innar í gongina síggi eg longu, at skiparan hevur siglt úti í verðini, tí millum annað hekk stórt ísbjarnaskinn á bróstinum í gongini og á skápi í stovuni stóð vøkur kajakk. (Greinin skrivað í desember mánað í 2014.)
Familjan Rasmussen á yngri døgum. Frá vinstru Jens Pauli, Jóna, Sigrið og Ingolf.
Ingolf og eg hava báðir røtur í Frammistovu í Hvannasundi. Abbi Ingolf, Justinus Poulsen, og omma mín, Sigrid Poulsen gift Christiansen, vóru systkin. Hesin Justinus Poulsen gjørdist einkjumaður við......LES ALT HER Skiparin Ingolf Rasmussen havt sítt lívsstarv á sjónum í 62 ár - Hvannrók (hvannrok.fo)
Greinin stóð á hvannrok.fo, sum eisini eigur myndina.