Havstovan mótsigur sær sjálvari!

 

Vísindaligi hátturin Havstovan brúkar, kann við rímuligar vissu sigast, at verða skeivur. Tað sæst, tá tey av og á mótsiga sær sjálvum. Hetta tí at tey ofta viga og meta, men gloyma aðrar frágreiðingar, tey sjálv hava gjørt. Onkuntíð broyta tey tølini, fyri at fáa alt at ganga upp.

Tá eg søki stuðul til at granska siga tey, at eg havi ikki førleika at granska. Hvørt tey duga at meta um tað, ella tað er nakað tey hava hoyrt, veit eg ikki.

Seinasta dømi stó á heimasíðuni hjá Havstovuni 6 desember. Tað er um vísindaliga grein úr altjóða tíðarriti.

Vísindaliga greinin er um toskalarvur, við yvirskriftini “Føði til toskalarvur ávirkar tilgongdina”

Síðan citera vit heimasíðuna hjá Havstovuni:

“Í seinnu greinini, sum júst er útgivin, verður víst á, at tal av toskalarvum beint eftir gýting er nær tengt at støddini av gýtingarstovninum. Tískil er tað av stórum týdningi at hava ein burðardyggan gýtingarstovn. Ein stórur gýtingarstovnur er tó ikki nøkur trygd fyri, at tilgongdin verður stór.” Citat enda.

Her stendur, stórur toskastovnur gevur stórt tal av toskalarvum. Tí skal gýtingarstovnurin verða stórur. Og yvirskriftin sigur harumframt at tað ávirkar tilgongdina til toskastovnin.

Síðan stendur tað mótsætta í næsta setningi. Stóru gýtingarstovnur ikki trygd fyri stórari tilgongd.

Seinasti setningurin er mótsætt av hinum.

Hvat er so rætt

Upplýst verður, at tá gýtingarstovnurin er stórur, so er eisini nógv yngul. So far so good.

Tá nógv og góð føði er hjá toskayngli, so er nógv til og tað veksur skjótt. So far so good.

Men tað hevur onga ávirkan á tilgongdina hjá toskastovninum. Tað vita vit, tí Eilif Gaard og Petur Steingrund í 2005 gjørdu eina vísindaliga grein sum vísti, at tá gýtingarstovnurin er stórur, so er tilgongdin lítil.

Kann skoyta uppí, at tað ikki bara er galdandi í Føroyum.

LES ALLA GREININA HER https://lesarin.fo/#/articles/havstovan-motsigur-saer-sjalvari