Havnartrolarin Brandur Sigmundarson
Andreas Johannesen, Andrias úr Hvannasundi, var skipari á Brandi Sigmundarsyni øll árini, hann var til fiskiskap. Í 1961 fóru teir til Nýfundlands at royna. Tað var byrjanin til várfiskiskapin hjá føroysku trolarunum í Nýfundlandi. Dávur Poulsen av Strondum, ið var stýrimaður at byrja við, loysti onkuntíð Andrias av á brúnni. Summarið 1963 var Jóan Jákup Durhuus úr Vestmanna skipari á Brandi. Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi, loysti stundum faðirin av sum skipari seinnu árini.
Brandur Sigmundarson TN 370 var smíðaður í Frederikshavn, liðugur í 1960. Pf. Kimbil í Havn átti trolaran, sum var 1036 tons brutto og hevði guvumaskinu við turbinu, tilsamans 1500 hestar. Hann fermdi 600 tons av saltfiski. Brandur Sigmundarson kom flaggskrýddur á Havnina 17. mars 1960 og fór til Grønlands til fiskiskap nakrar dagar seinni.
Sonny Johannesen, Sonny hjá Andriasi úr Hvannasundi, ein av okkara royndastu trolaraskiparum, fór í 1963 sum messudrongur fyrsta túrin við Brandi Sigmundarsyni. Hann segði:
”Og so upprann dagurin, 29. juni 1963, tá ið vit fóru til Grønlands við Brandi. Pápi fór ikki við tann túrin, og hann spurdi, um eg ikki kundi bíða til næsta túr, tá ið hann skuldi við aftur. Nei, nei, hjá mær var tað bara sjógvurin, einki annað. Vit fóru inn á Søldarfjørðin at bunkra tjúkka olju, áðrenn vit fóru avstað. Men vit vóru ikki meir enn komnir út um Molan, tá ið sjóverkurin fór at gera vart við seg.
Túrurin varð nakað langur, og eg minnist, tá ið eg fór upp á brúnna við kaffi til skiparan, Jóan Jákup Durhuus úr Vestmanna, tá plagdi hann altíð spyrja, um mær longdist. Eg segði nei, tað gjørdi eg ikki, tí mær dámdi væl at vera burtur. Ná, segði hann, so vóru tveir, sum ikki longdust, tí honum longdist heldur ikki.”
Ketlarnir á guvutrolarum høvdu avmarkaða livitíð. Ketilsrørini tærdust og fóru at leka. Tá ið Brandur Sigmundarson várið 1974 var í Nýfundlandi á saltfiskaveiðu, vóru ketilsrørini so vánalig, at teir lógu ikki færri enn níggju ferðir niðurblástir og valsaðu rør, sum teir søgdu. Tá ið teir komu heim, vóru nýggj rør komin, men vóru ov stutt, tá ið avtornaði. Tíðin hjá guvutrolarunum var í veruleikanum farin, og Brandur Sigmundarson varð lagdur.
Pf. Kópasker í Hvalvík keypti 21. mars 1977 Brand Sigmundarson. Menninir, sum myndaðu nýggja felagið, ætlaðu, sum skilst, at umbyggja hann til uppsjóvarskip. Møguliga lá hetta aftanfyri, tá ið vaktarskipið Ólavur Halgi ólavsøkuaftan 1979 fór sleipandi skipið til Noregs. Meira spurdist kortini ikki burturúr. 24. oktober 1984 keypti Rubbestadneset Yrkesskole í Noregi Brand Sigmundarson.
Óli Olsen, rithøvundur hevur skrivað.