Hanus keypt Arctic Viking

Skipið fer framvegis at eita Arctic Viking, og tað fer at sigla við somu manning

Søla av Arctic Viking til J.F.K. Trol

P/F Líðin bleiv stovnað í 1985.

Arctic Viking kom til Føroya í juni 1986, og hava vit sostatt 37 ár á baki, so hetta má kallast okkara lívsverk.

Ikki sørt, at tað var við blandaðum kenslum og sorgblýdni at síggja skipið sigla út eftir Kollafirði fyri seinastu ferð, við P/F Líðini sum eigara, eftir at vit høvdu tikið avgerð um at selja skipið.

Orsøkin er tó einføld.

Vit hava ikki nóg mikið av rættindum at dríva lønandi fiskiskap alt árið.

Vit hava einans rættindir til rækjufiskiskap í Barentshavinum.

Fiskiskapurin eftir rækjum er einans lønandi har í tíðarskeiðinum mars – september.

Áður høvdu vit rættindir til rækjur í Eysturgrønlandi og á Flemmish Cap.

Vit hava mist okkara rættindi í Eysturgrønlandi, ið vóru partur av fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og ES.

Ongin fiskiveiðuavtala hevur verið við ES seinastu 2 árini, og útlitini, at fáa rækjurættindir aftur har, eru sera ivasom.

Í 2020 var uml. helmingurin av umsetninginum hjá Arctic Viking undan Eysturgrønlandi.

Flemmish Cap var í nógv ár álitið. Har er stongt fyri rækjufiskiskapi nú.

Vit hava ongi rættindir fingið í staðin fyri tey mistu, og hava ikki grundarlag fyri framhaldandi rakstri við verandi rættindum.

Vit hava havt eitt fyrimyndarliga  gott samstarv við J.F.K. Trol.
Seinastu 2 árini, hava vit fingið tillutað  tosk frá J.F.K. í norska og russiska partinum av Barentshavinum, og hevur hetta bjargað rakstrinum.

Vit ynskja J.F.K. góða eydnu framyvir. Takka fyri sera gott samarbeiði, og fegnast vit um, at øll  manningin kann halda fram at sigla við skipinum.

Jóhan Joensen