Hans Pauli Henryson - áhugaverd vitjan í Grimsby.
Var á vitjaði hjá “Grimsby fishing and heritage centre”.
Har vitjaði eg millum annað umborð á “Ross Tiger” einum gomlum ongilskum trolara, hesin liggur nú sum museumsskip í Grimsby.
Eg minnist so væl teir ongilsku trolararnar sum komu inn á Tvøroyri, antin at kroka ella at fáa onkra umvæling. Hetta var síðst í 60’unum og fyrst í 70’unum.
Sjálvt um eg var smádrongur tá hesir ongilsku trolararnirn komu inn, so var keiin eitt av spæliplássunum hjá okkum og har trivust vit væl. Eg minnist eisini so tíðiliga at vit børn plagdu at standa á keiini og rópa “kjokleyt” á ongilsmenninar, og tað hendi ikki so sjáldan at vit fingu nakrar puntar av “Dairy milk”.
Eg havi altíð ynskt at sleppa umborð á ein av hesum trolarunum, fyri at síggja hvussu teir sóu út og hvørja útgerð teir høvdu.
Hetta slapp eg so í dag og tað sum gjørdi tað serliga stuttligt, var at frásøgumaðurin umborð var ein gamal trolaramaður, Ronald Telford, hann hevði sjálvur fiskað undir Føroyum, so vit fingu eitt gott prát.
Á túrinum umborð greiddi hann hegnisliga frá og vísti okkum mangt áhugavert m.a. vísti hann okkum hvussu posin bleiv knýttur (við tí ongilska knútinum), eg veit ikki um hesin verður brúktur umborð á føroyskum skipum enn.
Tá kundi eg ikki lata vera við at siga at handan kenni eg væl og dugi eisini at knýta hann, tá hugdi hann við og bað meg royna. Jú jú eg hevði ikki gloymt tað, so tað gekk sum smurt, eg haldi eg fekk nøkur “poeng” har .
Ron kom eisini inn á toskakríggið í Íslandi, eg segði honum at tað var fastur táttur hjá okkum drongjum at lurta eftir útvarpinum á middegi, fyri at hoyra hvussu gekk í Íslandi og um íslendska sjóverjan hevði kvett nakrar weirar.
Eitt annað sum eg minnist so væl frá tí tíðini, var at vit drongir bygdu okkum flakar niðri í mølini, teir høvdu allir navn eftir teimum íslendsku sjóverjuskipunum, Ægir, Óðin og Tór.
Hetta vóru bara nøkur av teimum fáu minnunum sum runnu fram fyri meg, undir hesi fyri meg sera áhugaverdu vitjanini í gjár.
Tekstin og myndirnar eigur Hans Pauli Henryson.