Hanna gevst og Árni Dam inn á ting
Tað verður nú í summar, at punktum fyribils verður sett fyri tíðina hjá Honnu Jensen sum tingkvinnu fyri Framsókn. 1. august tekur hon við aftur starvinum sum rektari á Miðnámsskúlanum á Kambsdali, og hetta krevur, at hon fer úr løgtinginum.
Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, váttar, at Hanna Jensen aftur verður rektari. Hann staðfestir samstundis, at rektarastarvið ikki kann røkjast hálva tíð, og tí krevur tað, at hon fer úr løgrtinginum.
Kringvarpið hevur fleiri ferðir ringt og skrivað til Honnu Jensen í dag, fyri at hoyra nærri um avgerðina. Men tað hevur ikki eydnast at fáa samband við hana.
Árni M. Dam er næstur á listanum hjá Framsókn, og tí verður hann helst nýggjur tingmaður fyri Framsókn á Ólavsøku.
Tað skrivar kvf.fo
PS: Tað var Árni Dam sum átti nógv umtalaðu tølini, sum stóðu í frágreiðingini EXIT Russland.