Hann fór umborð í januar 1992

Samrøða við skiparin á Smaragd, John Eirikson Johannesen

Góður upsafiskiskapur

-Vit hava fingið blandaða stødd av upsa, so tað skuldi veri dámligt. Síðsta hálið var nærum bara stórur upsi, ja, so stórur, at menn byrjaðu at knarra, tí hann passaði ikki í kryvjingarmaskinurnar, sigur John.

Mikudagin landaðu samtrolararnir Safir og Smaragd á Kósini í Klaksvík. Teir høvdu verið úti í góða viku og høvdu umleið 125 tons tilsamans av góðum upsa.

-Árið hevur verið gott higartil. Vit hava gjørt fleiri góðar og stuttar túrar. Hetta er triði túrurin á rað, har vit hava fulla last. So vit skulu ikki klaga.

Tað sigur skiparin á Smaragd, John Eirikson Johannesen.

-Vit hava fingið blandaða stødd av upsa, so tað skuldi veri dámligt. Síðsta hálið var nærum bara stórur upsi, ja, so stórur, at menn byrjaðu at knarra, tí hann passaði ikki í kryvjingarmaskinurnar. Tær kryvja upp til uml. 65 centimetrar, men tann upsin var ein metur og størri, og harafturat feitur, sigur hann.

John er ein royndur maður umborð á Smaragd. Hann fór umborð í januar 1992, og tá kallaðist skipið Grønanes. Nú hevur hann verið skipari har umborð síðani 1994, og er enn spentur at fiska. Tað kann ikki annað enn bera boð um, at hann hevur trivist umborð.

Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum. MYND TJ-myndir