Hagreiða sildina so hon kemur til lands sum fýra ymiskar vørur
Hagreiða sildina so hon kemur til lands sum fýra ymiskar vørur.
-Hesin túrurin hevur gingið væl. Harafturat kann eg siga, at árið hevur vignast væl hjá Norðborg, so vit hava nógv at takka fyri! Tað sigur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg.
Norðborg er einasti verksmiðjutrolari í tí sokallaða pelagiska flotanum hjá føroyingum. Teir fiskað lodnu, sild, makrel og svartkjaft, og fiskiskapurin verður lagaður eftir árstíðunum, tá best er at fiskað, og mest fæst burtur úr fiskinum.
-Vit hava fiskað sild í íslendskum og í føroyskum sjógvi. Vit byrjaðu fiskiskapin í íslandskum sjógvi, men sildin svimur skjótt eystureftir og er komin í føroyskan sjógv. Tí endaðu vit túrin í føroyskum sjógvi, hóast tað er sami sildastovnur, sigur Jón.
-Hóast vit bara hava fiskað sild, so hagreiða vit hana, so hon kemur til lands, sum fýra ymiskar vørur. Vit hava 300 tons av rundfrystari sild, sum vit selja til agn og annað. So hava vit 1070 tons av frystum sildafløkum, 260 tons av sildamjøli og 150 tons av sildalýsið, sigur hann.
-Vit heilfrysta minstu sildina til agn og annað, og tað verður gjørt beinanvegin. Stóra sildin, sum verður skorin til flak, liggur nakrar tímar í kølitangunum, so deystívheitin fer úr henni, so vit kunnu skera hana til flak, sigur Jón.
Fiska lítið av svartkjafti
-Vit byrjaðu árið á lodnu, so fiskaðu vit nakað av svartkjafti. Síðani fiskaðu vit makrel og enda nú við sildini. Allur fiskiskapurin hevur gingist væl í ár, hóast vit fiskaðu líti av svartkjafti. Reiðaríið hevur deilt fiskiskapin eitt sindur upp, so Christian í Grótinum fiskar meginpartin av svartkjaftinum, tí hann er betri riggaður til tann fiskiskapin, sigur Jón.
-Hetta er annar sildatúrurin og hann hevur gingið væl. Harafturat kann eg siga, at árið hevur vignast væl hjá Norðborg, so vit hava nógv at takka fyri! sigur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg.
Teir á Norðborg vóna at kunna gera tveir túrar afturat eftir sild. Messan er jólaprýdd, og jólahýrurin var við at koma. At sjómanstrúboðarin kom við jólapakkum økti um jólahýrin.
Teimum eins og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin. Mynd TJ Myndir