Gullver úr Seyðisfirði og Ljósafell úr Fáskrúðsfirði á MEST
Í løtuni eru trolarnir Gullver úr Seyðisfirði og Ljósafell úr Fáskrúðsfirði á MEST, og fyrr í vár vóru uppsjóvarskipini Jón Kjartansson og Aðalsteinn Jónsson úr Eskifirði eisini til ymiskt umvælingararbeiði á MEST.
Talan eru um ymiskt viðlíkahalds- og umvælingararbeiði sum eitt nú: motorumvælingar, aksiltrekk, og onkur hevur vaskað og málað botn og zink.
Ymiskar aðrar umvælingar eru eisini gjørdar.
Onnur føroysk skip, Jákup Sverri, Hoyvík, Brimil, Thor og Kópasteinur hava eisini valt ólavsøkutíðarskeiðið at fáa gjørt umvælingar.
Nøkur eru um at verða liðug og onnur júst komin.