Grunningur í ísinum í Eysturgrønlandi í 1959

Tá, í 2004, var Grunningur keyptur aftur til Klaksvíkar, tí har hevði eitt reiðarí brúk fyri fiskidøgunun hjá bátinum

Grunningur og Dragasund vóru teir størstu av teimum 10 útróðrarbátunum, sum vóru við konvoyini hjá Kjølbro á royndarveiðu í Eysturgrønlandi í 1959. Samanumtikið ein miseydnaður túrur, men við hepni og dugnaskapi koma allir bátarnir aftur á Klaksvík. Veiðan hjá bátunum lá samanlagt um 170 tons í saltfiski.

Grunningur var bygdur í Holbæk í Danmark í 1946, og sama árið varð hann keyptur til Vestmanna. Haðani keypti Kjølbro bátin í 1952. Fyrstu árini var Grunningur mest brúktur sum flutningsskip til bretska marknaðin, og sum sumrini var hann ofta á saltfiskaveiðu og um heystini á sild. Hans Jensen ella Hans á Varpinum førdi bátin í fleiri ár.

Í 2004 kom eldur í Grunning, og tá átti Kári Hansen av Strondum bátin. Tá var Grunningur keyptur aftur til Klaksvíkar, tí har hevði eitt reiðarí brúk fyri fiskidøgunun hjá bátinum. Myndin er úr savninum hjá Jóannes Niclassen.

Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna