GroAqua á Kambsdali bygt fóðurflaka til Íslendska felagið Háafell

Í vikuskiftinum byrjaði sleipið av nýggja fóðurflakanum Kambsnes, sum føroyska felagið GroAqua hevur bygt til eitt alibrúk hjá Háafell í Ísafirði í norður Íslandi. Talan er um ein nýggjan serbygdan flaka, ið er gjørdur til hørðu umstøðurnar í Ísafirði.

Arbeiðið hevur gingið sera væl, og flakin varð leveraður 2 vikur áðrenn tíð til Háafell.

Tað er felagið hjá GroAqua í Póllandi, sum hevur bygt flakan, og verkætlanar leiðslan hevur ligið í Føroyum.

– Hetta er eitt týðandi stig í okkara strategi at byggja nýggjar fóðurflakar til altjóða marknaðin, sigur Suni Justinussen, stjóri á GroAqua. Talan var um útboðið arbeiði, har vit vunnu kappingina í móti stórum feløgum uttanlands – eitt týðuligt tekin um, at føroyskar loysnir eru kappingarførar á altjóða marknaðinum.

Flakin verður útgjørdur við stórari battarískipan – eini hybridloysn við generatorum, ið bert koyra í 2-4 tímar um samdøgrið fyri at løða battaríini. Hetta effektiviserar munandi um orkuframleiðsluna, samstundis sum tað minkar um bæði oljunýtslu, CO2 útlát og ljóðdálking.

– GroAqua hevur nógvar royndir í at byggja fóðurflakar, ser­liga til útsett aliøkir við harðrendum sjógvi og veðurlagi, sigur Gauti Geirsson, stjóri á Háafell. Við hesi verkætlan hevur GroAqua tikið hetta eitt stig víðari við at taka hædd fyri ísi og klaka við einum sterkum og tryggum fóðurflaka.

Verkætlanin byrjaði á tekniborðinum fyri einum knøppum ári síðan, og um ársskifti bleiv sáttmálin undirskrivaður. Framkomna tøknin frá GroAqua ger, at allar skipanir umborð eru sjálvvirkandi og kunnu fjarstýrast frá landi. Flakin tekur 480 tons av fóðri og er gjørdur til eina signifikanta alduhædd á Hs 5,5m. Skrokkurin er dupultur, ið bæði styrkir ímóti ísi og avmarkar kondens á innaru veggunum.