Gomul minnir 2: Nýtt landnám
TRÝST HER Dreymurin um Grønland | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
1997 skrivaði KVF soleiðis um sendingina.
Tað eru meira enn 25 ár liðin, síðani føroyskir útróðrarmenn vóru á plássum sínum í grønlendska skergarðinum. Í sendingini fara vit við nøkrum teirra aftur á plássini at vita, um nakað stendur eftir tað føroyska landnámið í Grønlandi. Toftirnar og menninir siga okkum søguna um, hvussu tað var at koma á bera hellu í oyðimørkini og gera nýtt landnám. Um at fiska í ókendum sjógvi við føroyskum bátum millum ísfjøll og sker. Og um toskafepurin, ið herjaði, tá havið kókaði av fiski.
Samrøður eru við millum aðrar Kaj Hjalgrímsson, skipari, búsettur í Nuuk. Jens Eli Ellefsen, Miðvágur. Hentzar Grástein, Haldarsvík. Jóan Hendrik Zachariassen og Ísak B. Jacobsen.