Gleðast um, at nýggi frystitrolarin verður bygdur í Føroyum
Talan er um eitt framkomið skip, sum er útgjørt til framtíðar krøv. Skipið skal vera 44,15 metrar langt og 11,60 metrar breitt. Frystitrolarin skal hava ein framkomnan Wartsila-25 motor við 2611 HK. Hetta er ein motorur, sum brennur lítið og sum er gjørdur klárur til at verða umbygdur til grønar loysnir.
Sniðið á skipinum er gjørt í samstarvi millum Varðan og MEST, og málið hevur verið at tryggja so góð arbeiðsviðurskifti og hentleikar til manningina umborð, sum møguligt. Skipið skal hava eina verkasmiðjusloysn við frystiorku á 40 tons um dagin.
Vit á Varðanum gleðast um, at nýggi frystitrolarin verður bygdur í Føroyum. “MEST hevur áður bygt frystitrolarar og hava fyri stuttum bygt nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverra – so vit valdu MEST at standa fyri byggingini av okkara nýggja frystitrolara”, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum.
Stjórin hjá Varðanum, Bogi Jacobsen og stjórin hjá Mest, Mouritz Mohr, taka í hondina á hvørjum øðrum beint eftir at hava skrivað undir seinnapartin í gjár.
Tað var ein ovurfegin Mouritz Mohr, sum í dag undirskrivaði sáttmálan við Varðan. “Hettar er ein stórur dagur fyri okkum á MEST. At vit í Føroyum fáa møguleikan at varðveita skipasmíð sum handverk er umráðandi fyri okkum sum tjóð. Og serliga gleðiligt er tað, at vit eru kappingarfør við okkara grannatjóðir”, sigur Mouritz Mohr stjóri í MEST.